Borgarstjórin ynskti Frigg vælkomnum

Umboð fyri Frigg festivalin hitti Frank Jensen, yvirborgarstjóra í Keypmannahavn

 

Tað var ein blíður borgarstjóri, Frank Jensen, sum í vikuni tók ímóti Steintór Rasmussen, umboðandi Frigg Festivalin, og sum áhugaður legði oyra til frágreiðing um stevnuna í stórfingnu viðalundini í hjartanum á danska høvuðsstaðnum.

- Det er det smukkeste sted, som byen kan tilbyde, og der kommer mange mennesker, helt yvirborgarstjórin, sum veruliga gav føroyska frændafestivalinum gætur og spurdi hvørji nøvn vóru á plakatuni.

Úr føroysku rúgvuni kendi hann bæði Eivør og Týr, men hann helt eisini, at íslendski Bubbi Morthens og grønlendski Rasmus Lyberth vóru spennandi nøvn. Harafturat helt hann, at tað var kul at danska superstjørnan Medina fór at framføra í Kongens Have í mai.

- Frigg Festivalurin hevur saman við Norðuratlants Bryggjuni frá byrjan verið í góðum samskifti við Keypmannahavns Kommunu. Og við serstaka møguleikanum at heilsa uppá Frank Jensen er grundarsteinur lagdur fyri einum ríkandi tónelika og mentanarsamstarvi, sigur Steintór Rasmussen vælnøgdur eftir fundin.