Skótalið Sigmunds Brestissonar skipar í dag klokkan 15 fyri Grærismessuhaldi í Havn.
Skótarnir fara saman við borgarum í kommununi og nýggja borgarstjóranum at heilsa várinum, tjaldrinum og øðrum flytifuglum vælkomnum til landið.
Frá gamlari tíð er sagt, at tjóðfuglur okkara kemur á grækarismessu.
Skótarnir fara til gongu úr Vágsbotni klokkan 14.50, og síðani verður gingið eftir Bøgøtu, Tróndargøtu, Steinatúni og Niels Finsens gøtu og oman á Vaglið.
Í ár fer Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, at bera fram røðu.
Merkið verður vundið á stong á Grækarismessu.