Borgarstjorin steingir melduródnrakta Houston um náttina

Houston: Borgarstjórin í amerikanska stórbýnum Houston, Sylvester Turner, hevur givið boð um útgonguforboð vegna melduródnina Harvey.

 

Í fyrstu syftu skuldi býurin steingja klokkan 22, men hetta var útsett nakað, fyri at neyðhjálpin skuldi sleppa vegin fram.

 

– Vegna íkomnu støðu og tann veruleika, at mong fólk eru burtur frá húsi og heimi, at streymurin er farin, og at tað enn er vandamikið at vera á gøtunum í náttina, havi eg sett útgonguforboð í gildi, segði Turner við AFP tíðindastovuna.

 

Umframt útgoguforboð hevur Houston eisini sett upp fleiri skjól, har húsvill fólk kunnu leita sær.

 

/ritzau/Reuters