Borgarstjórin skilir ikki seinu mótmælini

Í morgun handaði ein áhugabólkur borgarstjóranum í Klaksvík 1460 undirskriftir, har fólk heita á býráðið um at finna aðra staðseting til húsarhaldsskúlan, sum tey halda verður ov nær Nólsoyar Páls garðinum, sum er endurbygdur á Biskupstsøð.

Men Karl Johanesen, borgarstjóri, lovar ikki, at nakað verður broytt. Við útvarpið segði hann, at tey nú fara at kanna allar undirskriftirnar og vátta fyri móttøku. So skal býráðið finna út av, hvat tey gera við undirskriftirnar. 

Hann sigur, at tey sjey í meirilutanum nú fara at viðgera máli. 

– Men eg haldi, at tað er eitt sindur løgið, at tey koma við hesum mótmælinum nú, tí at skipanaruppskotið varð samtykt í 2015. Tað lá alment frammi tá, men eingin viðmerkti ella mótmælti nøkrum, segði hann við útvarpið.

Hann vísti á, at longu í 2017 varð málið samtykt bæði í býráðnum og í Løgtinginum og pengar játtaðir til verkætlanina.

Spurdur um tað ikki hevur ávirkan á býráðið, at gott 30 prosent mótmæla, svaraði borgarstjórin, at tað visti hann ikki. Og hann visti heldur ikki, um tað skuldi skiljast soleiðis, at hini 70 prosentini, sum ikki mótmæla, eru fyri verkætlanini. 

– Men nú fara vit at hyggja upp á málið, áðrenn eg fari at siga meira, segði Karl Johansen, borgarstjóri, sum sigur seg hava skilt á nógvum fólkum, at tey eru glað fyri uppskotið um nýggja húsarhaldsskúlan.