Mín leiklutur í býráðnum er til eina og hvørja tíð at vísa fíggjarligan opinleika og hartil trúvirði mótvegis borgarunum í Klaksvík.
Fari ikki at viðmerkja óviðkomandi meiningar um mítt virði sum býráðslimur, men vil tó reinsa meg fyri skuldsetingum frá borgarstjóranum og varaborgarstjóranum, fyri at vera trúleysur mótvegis Klaksvíkini.
Um lesarin gevur sær stundir til at lesa lesarabrævið frá undirritaða, ið er at finna í miðlunum í dag, so gerast lesarin uttan iva greiður yvir, at eg haldi meg til fakta. Eg greiði tøl, ið eg meti eiga fram í ljósið, fyri at fólkavald í Klaksvíkar kommuna duga at síggja, at vit eiga at vanda okkum um, tá skattur og gjøld verða lagað til. Tí tykist tað mær løgið, at ein greið staðfesting, skal geva afturljóð í metingum um mítt virði sum býráðslimi.
Eg havi eittans mál við hesi upplýsing, tað er gera greitt, at vit í Klaksvík eiga at hava borgarligt fokus á skattaprosentið, barnafrádráttin og gjøld annars - Gjøld, ið verða lættliga tillagað til skaða fyri borgararnar.
Í fíggjarætlanarviðgerðini fyri 2014 og nú 2015, hevur okkara fremsta mál - saman við skúlabyggingini - verið at lætta um hjá fólki og á tann hátt gera kommununa fíggjarliga kappingarføra um fólkið her á landi, soleiðis at vit framhaldandi skapa vøkstur.
Fíggjarætlanarviðgerðin 2014.
Í fíggjarætlanarviðgerðini fyri árið 2014 høvdu vit í minnilutanum eitt framúr gott samstarv við meirilutan. Úrslitið av hesum samstarvi, hevur lyft kommununa á eitt betri støði. Vit hava lætt um hjá øllum borgarunum, og tænastur eru lagdar afturat í býnum, ið vit øll kunnu fegnast um. Skúlaskapurin í býnum hevur fingið fremstu raðfesting. Og øll njóta vit gott av tí, ið borgararnir í hesi kommunu skapa.
Fíggjarætlanarviðgerðin 2015.
Í fíggjarætlanarviðgerðina fyri árið 2015 fekk pípan eitt annað ljóð. Vit í minnilutanum frøddust um gongdina, har vit í felag lættu um hjá borgarunum, og vit ynsktu at halda fram við at stimbra hesa leið. - Tá viðgerðin byrjaði, møttu vit einum meiriluta, ið ikki var til at vika. Borgarstjórin var avgjørdur um at hækka skattin, og vit í minnilutanum høvdu eina ørkymlandi oyðimarkar gongd, tí fíggjarligar met-tíðir, ið útloysa eina skattahækking, krevur góða grundgeving.
Vit hava síðani sóknast eftir einari grundgeving við trúvirði í, men hetta hevur ikki eydnast okkum at fáa hendur á. Borgarstjórin vísir til skúlabyggingina, og eisini verður almenningurin í grein upplýstur (endurgeving): "Vit fremja fleiri stórmál hetta valskeiðið – uttan lántøku" Í greinini verður upplýst, at: "Vit vilja náa nøkrum málum og eisini gjalda fyri tey."
(Link)
http://www.nordlysid.fo/vit+fremja+fleiri+stormal+hetta+valskeidid+ndash+uttan+lantoku.html
Hyggja vit í roknskapin hjá Klaksvíkar kommunu d.d., so síggja vit, at lánini hjá Klaksvíkar kommunu hava ikki flutt seg, síðan vit høvdu borgarstjóraskiftið. Kommunan hevur tó í hesum met-tíðum fingið betrið gjaldføri, men tá borgarstjórin alment boðar fólki frá, at Klaksvíkar kommuna fremur mál uttan lántøku, so er hetta beinleiðis skeivt.
Eyðstein Poulsen
Býráðslimur Klaksvíkar Kommuna