G! Festivalurin í ár verður uttan borgarstjóran, Jóhan Christiansen. Saman við familjuni hevur hann annars verið á øllum festivalunum síðan byrjan, tá tey hava verið heima.
Í ár verður so eitt av árunum, har borgarstjórin og familja hansara ikki verða heima.
- Vit eru nøkur, sum plaga at ferðast saman um summarið. Hetta hava vit gjørt í nógv ár, og sum árini eru gingin er ferðalagið vorðið alsamt fjølmentari, soleiðis at vit nú eru eini 30 í tali.
Jóhan Christiansen sigur, at vanliga plaga tey at ferðast ymsastaðni í Føroyum, men í ár er avgerð tikin um at fara uttanlands.
- Tosað hevur verið aftur og fram um, nær vit skuldu fara, og tað er so blivið til tað, at vit verða burtur - júst, meðan G! Festivalurin er. Hetta er sjálvandi nokso keðiligt, men fær ikki verið øðrvísi í ár.
Borgarstjórin vísir á, at G! ikki minst er eitt familjutiltak, og tí plaga hann, konan og børnini at fara vera saman á G!, meðan dagur er.
- Tá kvøldið kemur, plaga børnini at vera heima, og tá plaga vit at fara ein túr út aftrat.
Vegna Eysturkommunu ynskir Jóhan Christiansen at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum á G! Festivalin.
- Hetta er eitt frálíkt høvi hjá okkum at vísa blíðskap og vísa fram okkara kommunu. G! Festivalurin er eitt sera væl vitjað tiltak, sum hópur av fólki á ymiskan hátt stendur afturfyri og er partur av, sigur Jóhan Christiansen.
Vikublaðið, sum verður borið í hvørt hús í morgin, hevur hesaferð vitjað í Eysturkommunu.