Jógvan Skorheim fer ikki at stilla upp á næsta løgtingsvali.
Tað hevur hann almannakunngjørt á landsfundinum hjá Sjálvstýrisflokkinum í kvøld.
Jógvan Skorheim er borgarstjóri í Klaksvík og hann sigur, at hann ætlar at brúka alla orkuna upp á tað arbeiði, tí har er nógv sett ígongd og tað skal fylgjast upp.
Og hann heldur, at skuldi hann brúkt kreftirnar upp á eitt valstríð, hevði tað órógvað arbeiðið, sum er ígongd í Klaksvík.
Hann ásannar, at tað kann koma dátt við hjá flokkinum. Men hann heldur, at ein sterkur flokkur í býráðnum í Klaksvík kann eisini styrkja flokkin í longdini.
Hann gjørdi eisini greitt, at hann er ikki ónøgdur við nakað og verður verandi limur í Sjálvstýrisflokkinum.