Borgarstjórin í Klaksvík fær óvæntaðan stuðul

Sum støðan er nú, er tað neyðugt, at Jógvan Skorheim sleppur at taka sæti á Løgtingi

 

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík fær nú óvæntaðan stuðul fyri at sleppa at taka sæti á Løgtingi.

 

Hann varð valdur á ting fyri Nýtt Sjálvstýri, men Klaksvíkar Býráð vildi ikki geva honum loyvi at taka sæti í tingi.

 

Men nú fær hann heldur óvæntaðan stuðul, tí nú hevur Norðoya Sambandsfelag heitt á Klaksvíkar Býráð um at broyta avgerðina, og at loyva borgarstjóranum at taka sæti á Løgtingi.

 

- Sum støðan er nú, er neyðugt at Norðoyggjar hava so sterka umboðan á tingi sum gjørligtm sigur Norðoya Sambandsfelag.

 

Tískil hevur felagið nú sent øllum býráðslimum í Klaksvík eina áheitan um at loyva Jógvan Skorheim at taka sæti á Løgtingi.

 

Tað ger felagið eftir at Norðlýsi fyrr í vikuni vísti á, at landsstýrið ætlar, at Tórshavnar Kommuna skal hava stóran part av tøkugjaldinum sum ætlanin er at vinnan, ið serliga er í Norðurøkinum, skal rinda í landskassan.

- At borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu er næstformaður í Javnaðarflokkinum og eisini næstformaður í løgtinginum, sæst beinleiðis aftur í politikkinum hjá samgonguni, sigur Norðoya Sambandsfelag.  

 

- Tí er neyðugt at býráðið loyvir Jógvani Skorheim, borgarstjóra, at taka sæti í løgtinginum, soleiðis at sjónarmiðini hjá borgarum í Norðoyggjum verða so væl umboðaði sum gjørligt.  

 

- Undir vanligum umstøðum átti hetta ikki at verið neyðugt, men sum støðan er vorðin, er neyðugt at Norðoyggjar hava so sterka umboðan á tingi sum gjørligt, sigur Norðoya Sambandsfelag í dag.