Heðin Mortensen, borgarstjórin í Havn stóð fyri skotum í Løgtinginum í gjár. Og tað var ikki hvørjir sum helst, sum skutu eftir honum, tí bæði løgmaður, og floksformaðurin hjá borgarstjóranum í Havn, fýltust á framferðina í Tórshavnar Býráð.
Løgtingið hevur viðgjørt fíggjarlógina fyri næsta ár og í tí sambandi varð nógv tosað um skatt og nýskipanir. Tað hevur verið endurtikið fleiri ferðir, at tey lágløntu rinda ongan, ella næstan ongan landsskatt. Tey rinda at kalla bara kommunuskatt, so skal skátturin á láginntøkum lækkast, vera tað kommunurnar, sum mugu lækka sín skatt. Og í hesum sambandi skeyt Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, eftir borgarstjóranum í Havn fyri ikki at vilja lækka skattin. - Javnaðarborgarstjórin í Havn, sum eigur øgiliga nógvar pengar, vil ikki geva teimum lágløntu skattalætta, staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen.
Helst sipar hann til samrøðu, vit her á in.fo hevði við Heðin Mortensen nú ein dagin, har hann segði, at kommunurnar kundu ikki lækka skattin sum støðan er nú.
Les eisini: Tað er fullkomiliga hol í høvdið
Men tað var ikki bara løgmaður, sum skeyt eftir borgarstjóranum í Havn. Eisini Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, og sostatt eisini floksformaður hjá Heðini Mortensen, gav honum nøkur orð við á vegnum. Aksel V. Johannesen staðfesti nevniliga, at hann tekur ikki undir við avgerðini hjá Tórshavnar Býráð um at trífaldað skattafría borðfæið hjá borgarstjóranum í Havn, sum eisini er annar næstformaður í Javnaðarflokkinum. |
- Eg haldi ikki at tað er rætt, og Javnaðarflokkurin á Løgtingið tekur heldur ikki undir við at hækka borðfæ yvirhøvur, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.