Borgarstjórin heiðraði hondbóltslandsliðið

Í gjáramorgunin vitjaði manslandsliðið í hondbólti á Ráðhúsinum í Havn, har borgarstjórin tók ímóti.

 

Tað er bara ein vika liðin, síðani býráðið heiðraði kvinnulandsliðið í hondbólti, og nú stóðu menninir fyri tørni. Annika Olsen, borgarstjóri, helt stutta røðu fyri monnunum og segði m.a.:

 

»Enn einaferð hava vit sæð eitt av okkara góðu hondbóltslandsliðum umboða Føroyar og føroyskan hondbólt á besta hátt í altjóða kapping millum aðrar tjóðir.

 

Í Bulgaria eydnaðist tykkum enntá at vinna Emerging Nations Championship, nú tit í eini sera spennandi finalu sunnukvøldið megnaðu at vera betra liðið og vinna við einum máli, 26-25.

 

So hvørt sum avbjóðingarnar í kappingini vuksu, vuksu tit eisini og fingu víst, at føroyskur hondbóltur er á veg fram við rúkandi ferð.

 

Á veg í finaluna ímóti Turkalandi vunnu tit á bæði Kosovo, Bulgaria, Armenia, Moldova og Kina, og hóast mótstøðan hevur verið misjøvn, hava tit verið sannførandi.

 

Og hóast hetta alt samalt eru tjóðir, sum telja millum 1,8 millión og næstan 1,4 milliard íbúgvar, máttu tær boyggja seg fyri okkara landsliðsmonnum – við bara 50.000 aftan fyri seg.

 

Hetta er akkurát tað, sum vit elska við okkara landsliðum, at tey við stórum dirvi levera vøruna við einum heilhjartaðum innsatsi – og tað hava tit so sanniliga gjørt.

 

Tí eru vit sera fegin um steypið og gullið, tit vunnu tykkum niðri í Bulgaria, og vit eru øll øgiliga errin av tykkum og tí, tit hava avrikað.

 

Samstundis kann eg enn einaferð staðfesta, at hetta alt samalt er úrslit av einum miðvísum og væl skipaðum landsliðsarbeiði, sum Hondbóltssambandið hevur havt seinnu árini.

 

Ja, hetta er enntá fimta steypið, sum eitt føroyskt hondbóltslandslið vinnur í trý ár, og tað sigur eitt sindur um, hvør dygd og dugur er í okkara evnariku og góðu hondbóltsspælarum.

 

Sum eg havi skilt tað, var málið at enda millum trý tey bestu í kappingini, men tit gjørdu tað til meira enn tað og fóru allan vegin.

 

Vegna Tórshavnar kommunu skal eg ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku avrikinum, ið er bara enn eitt stig framá fyri føroyskan hondbólt.

 

Hjartaliga tillukku og góðan byr víðari, tá tit næsta heyst sum vinnarar av Emerging Nations Championship fara at royna tykkum í næstu EM-undankappingini, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.«