Borgarstjórin er væl nøgdur

Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, er sera væl nøgdur við ta undirtøku, sum tiltakið - seinsummardagar - hevur fingið millum bygdarfólkið og í oynni sum heild.

 

- Nú hava vit eisini verið so sera heppin í veðrinum, og tað ger, at fyritreytirnar og karmarnir fyri tiltakinum hava verið serstakliga góðir.

 

Brandur Sandoy sigur, at millum 350 og 400 fólk vóru til morgunmatarborðið á Mørkini Miklu í morgun, og hann er sera fegin um ta stóru undirtøku, sum tiltakið fekk.

 

in.fo hitti ein vælnøgdan borgarstjóra í kvøld, tá hann gekk og spákaði niðan fyri Ungmannafelagið Virkið, har fólk enn sótu og hugnaðu sær við seinsummarbúffum og øðrum góðum.

 

- Jú, eg haldi, at tiltøkini bæði í gjár og í dag hava eydnast serstakliga væl, og væl av fólki hevur verið til ymiskt av ti, sum hevur verið í skránni.

 

Hann heldur, at eitt slíkt tiltak hevur stóran týdning fyri trivnaðin í bygdini og í Sandoynni sum heild.

 

- Eg havi varhugan av, at nógv fólk, bæði vaksin og børn, nær og fjar, eru farin ríkari heimaftur, eftir ein túr í góðveðrinum á Sandi í dag.

 

Brandur Sandoy fegnast um, at bæði kommuna og feløg kring um í oynni - saman við nógvum góðum kreftum - megnaðu at leggja eina góða skrá og fylla karmarnar í tí, tey settu sær fyri.

 

- Eg vil takka øllum, sum hava tikið tøk til frama fyri seinsummardagarnar, og eg vil eisini nýta høvi at takka øllum, sum hava vitjað tey ymisku tiltøkini í skránni, sigur borgarstjórin.

 

Í nátt er góður dansur við Hans Jacob Hjelm og vinmonnum í Virkinum á Sandi.