Borgarstjórin er nýggur á liðnum

Rógvi Egilstoft er fyri fyrstu ferð í ár á besta liðnum hjá EB/Streymi, sum hitar upp á Svangaskarði, har heimaliðið spælir fyri lívinum í bestu deildini

Knívurin liggur tungur á barkanum á B68, sum er farið undir upphitingina til heimadystin ímóti EB/Streymi. Petur Reinert er dómari, og fyrsta bríksl verður klokkan 15.

 

Nú seðlarnir eru útkomnir er tað merkisvert, at Rógvi Egilstoft er millum teir fyrstu ellivu hjá EB/Streymi. Undanfarnu tvey árini spældi hann við NSÍ. Higartil í ár hevur hann sjey ferðir verið á næstbesta liðnum hjá EB/Streymi, sum spælir í 2. deild, og í dag er borgarstjórin á Eiði millum teir fyrstu ellivu hjá EB/Streymi.

 

Dagsskráin hjá EB/Streymi er við sigri at styrkja um sína støðu í kappinini um fjórða plássið og luttøku í Europa.

 

Í B68 málinum er 25 ára gamli Benjamin Schubert nýggjur maður. Hann er sætti maður millum B68 stólparnar í ár.

 

Tað hevur seinastu vikurnar fleiri ferðir verið frammi, at Hugin Samuelsen er farin av aftur landinum í útbúgvingarørindum. Hann er farin niður aftur, men bæði síðsta vikuskifti og aftur í dag er hann komin á Toftir at hjálpa Jákupi á Borg og B68.

 

Dagsskráin hjá B68 er at vinna stig fyri at sleppa undan at flyta niður.

 

Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu á Svangaskarði.

 

 

 

B68 – EB/Streymur kl.15.00

 

Dómari: Petur Reinert

 

B68: Benjamin Schubert – Gilli Samuelsen, Aidan Liu, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Olsen - Aleksandur Ó. Jensen, Hugin Samuelsen – Steffan A. Løkin, Sebastian Lau Nielsen, Mohamed Samba – Boubacar Sidik Dabo

 

Á beinkinum: Svend Danielsen, Andri Benjaminsen, Tonni J. Thomsen, Esmar P. Clementsen, Fríði í Túni Petersen, Hanus Højgaard, Áki Johannesen

 

Venjari: Jákup á Borg

 

EB/Streymur: Kristian Joensen – Elias El Moustage, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Mattias Weihe Joensen – Bogi Reinert Petersen, Rógvi Egilstoft – Jacob Andersen, Philip Djordjevic, Jóhann Hansson Joensen – Gutti Dahl-Olsen

 

Á beinkinum: Jóannes Eyðfinsson Daviden, Árni G. Olsen, Rói H. Olsen, Tóki H. Johannesen, Ragnar B. Danielsen, Niels Pauli Danielsen, Jákup Hummeland

 

Venjari: Jákup Martin Joensen