Borgarstjórin er í essinum

At NSÍ mánakvøldið eftir stórt drama vann seg í steypafinaluna hevur givið borgarsjóranum í Runavíkar kommunu Tórbjørn Jacobsen íblástur til hesa greinina undan finaluni ímóti B36

Grande finale

 

Tað var kendi russiski tónasmiðurin og klaverleikarin Dmitrij Dmitrijevitj Sjostakovitj (1906-75), sum segði hesi kendu orðini: „Fótbóltur er ballettin hjá fjøldini.“ Meðan Rudolf Nureyev og aðrir úrmælingar í listdansi sløktu tostan hjá mentanarelituni og kommunistisku nomenklaturuni í Bolshoi teatrinum í Moskva, var fótbólturin - á leikvøllum kring um alt samveldisríkið – í ­­Sovjet, ballettin hjá tí vanliga manninum, fjøldini. Ukreinarin Oleg Blokhin var ein av kendu virtuosunum í alternativu ballettini. Í dag er hendan útsøgnin hjá Sjostakovitj ein heimsumfatandi veruleiki meiri enn nakrantíð.

 

 

 

Onnur hálvfinalan millum NSÍ og HB var um at koma í vikuskiftistrol við øll jólatrøini í Runavíkar kommunu. Frostbit greiddi kortini ta fløkjuna, heppið fyri onkran, ella mong, og hví man tað vera, at fólk fáast at sita dastið av trimum tímum úti á víðavangi og skoða fram fyri seg eftir 22 ungum monnum, sum tuska aftur og fram og síðulens eftir einum gummiknøtti?

 

 

 

Tað kunnu tað vera mangar orsøkir til. Spælið er einfalt og kortini kompliserað. Sum í talvi eru fleiri møguleikar í leiki enn tað eru atomir í alheiminum.

 

 

 

Jú, - fótbóltur er so mangt. Kanska er hann fyrst og fremst eitt slag av sjónleiki, har stórar persónsmenskur og lið í ógloymandi dystum fara ígjøgnum stór menniskjanslig drama. Fótbóltur er eitt kontrollerað eksperimentarium, har tú sært samanstoytin ímillum vilja og tilvild, ímillum individ og kollektiv, ímillum skilagóðar ætlanir og ringastu mistøk. Tað er ikki so nógv øðrvísi enn at hyggja at einum filmi, kanska er fótbólturin minni kontrolleraður enn kykmyndin, - tí eru venjarin og toymi hansara, sum skulu liggja á takinum stútt og støðugt, ógviliga avgerandi. Hann og teir skulu kollektivisera og sambræða uppvøksturin, ræðsluna, hatrið, trauma´ini og sosiala útgangsstøðið hjá hvørjum einstøkum - í eina vinnandi heild.

 

 

 

Leikararnir eru partar í einum stríði, sum snýr seg um heiður, stíl, professionalismu og nú eisini pening. Fjeppararnir, strongdir av harðari arbeiðsviku, standa framvið vøllinum og sita á lektarunum og blása tungar gerandistankar úr heysunum. Hetta er sum at syngja í kóri, øll hava sama og bara eitt fokus. Bóltin, leikarasnildið og úrslitið. Og tað besta við fótbóltinum er savningarmegin, sum í 90 minuttir megnar at fáa blikkenslagaran, útróðrarmannin og milliarderin at standa undir liðini á hvørjum øðrum, har teir í samróðri hugsavna seg um eitt og tað sama og rópa og geyla alt eftir, hvussu tað vignast á vøllinum, uttan yvirhøvur at taka atlit til tað, sum teir annars fáast við í gerandisdegnum. Eitt slag av tíðarbundnum og avmáldum katharsis.

 

 

 

Hevur ein sæð legendur sum Bobby Charlton, George Best, Ruud Gullit, Johan Cruyff o.a. spæla live í Keypmannahavn, Rotterdam og aðrar staðir, skuldi lítil vandi verið fyri eini innansyndis eksplosión við Løkina í Runavík. Tað væntaði eg heldur ikki hetta mánakvøldið í vikuni, tá eg legði frá landi inni á Langanesi. At spáa um úrslitið av einum fótbóltsdysti frammanundan leikinum er ein vónleys uppgáva, tað er prógvað túsundtals ferðir.

 

At sættast við vinningin av einum útivallarmáli er verri enn at eiga tað á. Í triðja minutti hevði Hilmar Leon longu trumfað og í 15. minutti yvirtrumfaði Wardum. Tá var lagið ringt á lektarunum. Vónloysið breiddi seg spakuliga millum viðhaldsfólkini hjá NSÍ. Verjan líktist einum opnahjalli hetta fyrsta korterið, - posaknúturin mátti knýtast fastari. Tað hendi, og málið hjá liðformanninum úr Rituvík, í 33. minutti, broytti sálarligu javnvágina – eisini í fjepparaskaranum. Tað hevur fleiri ferðir vignast, tá landsliðsleikarin Tróndur Jensen er komin á vøllin, og óortodoksa Elkjær/Lava-týpan, Búi Egilsson, er maður fyri at broyta ein dyst, og tað hendi í 79. minutti. Nú stóð á jøvnum, og eftir tað var alt eitt hektiskt fýrverkarí, har allir sálarinnar streingir spældu í dur ella moll alt eftir, hvussu leikur fór og skifti á vøllinum.

 

 

 

Í løtuni sita Magnus Carlsen og Jan Nepomnjasjtsjij undir flógvari hválvi í Dubai og bíða eftir mistøkunum hjá hvørjum øðrum – ella avgerandi leikinum. Soleiðis kendist tað eisini mánakvøldið við Løkina. So kom genistrikan – upp úr “húgvuni” - Tórður Thomsen verður settur inn, táið bara ein minuttur er eftir av umdystinum. Greið ætlan – hann skal vinna brotssparkskappingina, eftir at liðini hava leikt í tveir tímar. Hetta er ein avgerð, sum kann ganga báðar vegir, men sum maðurin tók til: “Hann, ið ongantíð vendir aftur av útróðri fyri veður, hann rør ov lítið út.” Í hesum førinum eydnaðist operatiónin og patienturin livir í hvussu er fram til leygardagin, tá grand finalan verður á Tórsvølli millum hitt stóra høvuðsstaðarliðið og NSÍ.

 

 

 

Dysturin, sum vit fara at minnast í hesi kappingini, er longu leiktur, og leygardagin eru leikararnir partar av einum stríði, sum snýr seg um heiður, stíl, professionalismu og nú eisini pening.

 

 

 

Verður tú ikki føroyameistari, so er sigurin í steypakappingini tað frægasta, sum eftir er í árinum. Tí verður nógv lagt fyri frá báðum síðum í finaluni. Stóri heiðurin fyri lið, felag, bý og kommunu er eitt, men nervin í seinasta dystinum í árinum er eisini spurningurin um, hvør ið fær klørnar í atgongumerkið, ið eftir er til europeiskan fótbólt í 2022. Tað kann ikki klúgvast. Hetta snýr seg um verðsliga fæið, ið hevur fingið alt størri týdning – eisini í føroyskum fótbólti.

 

 

 

NSÍ hevur bast KÍ og HB í steypakappingini – tey bæði bestu liðini í kappingini í ár – tað kann vera góður sálarligur viðskeri, men dysturin ímóti B36 er ein nýggjur dystur, sum ikki spyr eftir søguligu gongdini í steypakappingini, og ongin leggur í at minnast taparan í einum finaludysti.

 

 

 

Ein fjøld av fólki fer at standa sum girðing um ballettina á tjóðarleikvøllinum leygardagin – borgarstjórin verður ein teirra.

 

 

 

Tórbjørn Jacobsen