Skeiðið hjá bý-og bygdaráðum kring landið er nú stívliga hálvrunnið og farið er undir seinu hálvu. Pauli T. Petersen, sum varð valdur í bygdarráðið í 2005 og sum nú situr á sínum fyrsta skeiði sum borgarstjóri, er bjartskygdur eftir, at Vestmanna kommuna hevur havt nøkur tung ár fíggjarliga.
- Vit fingu vend í fíggjarligu gongdina í fjør, eftir at nýggja ellis-og røktarheimið á Grønanesi seinnu árini er farið við at kalla øllum íløgukarminum. Út yvir at gjalda fyri heimið, sum kostaði kommununi stívliga 38 miljónir krónur, høvdu vit fram til og við 2014 einans møguleikar til ymiskar smáíløgur.
Men, soleiðis, sum gongdin hevur lagað seg, og skattainntøkurnar hjá kommununi eisini eru øktar, sær nú munin betri út við fíggjarliga rásarúminum tey næstu árini.
Pauli T. Petersen vísir á, at tá arbeiðið upp á ellis-og røktarheimið byrjaði, hevði Vestmanna kommuna eina skuld á stívliga 35 miljónir krónur, og í dag er skuldin á leið hin sama. Tað merkir, at kommunan longu hevur goldið hesa stóru íløgu aftur.
Tá sitandi bygdarráð tók við, fingu borgarar í Vestmanna kommunu ta lyfti, at bygdarráðið vildi royna at koma niður um eina álíkning í skuld 1. januar 2015. Hetta er eisini eydnast.
- Við ársenda í fjør høvdu vit eina skuld á stívliga 36 miljónir krónur, sum er nakað minni enn ein álíkning í dag, staðfestir borgarstjórin.
Hann vísir á, at fíggjarárið 2014/ 2015 hevur Vestmanna kommuna eisini gjørt eina íløgu í læknamiðstøð á stívliga átta miljónir krónur, sum er goldin yvir raksturin. Meginparturin av hesi íløgu er longu goldin, og læknamiðstøðin verður tikin í nýtslu 18. august í ár, tá børnini byrja aftur í skúlanum.
Pauli T. Petersen sigur, at umstøðurnar hjá læknanum í Vestmanna vóru ógvuliga vánaligar, og umstøðurnar hjá tannlæknanum vóru heldur ikki av teimum bestu.
- Tá læknamiðstøðin verður tikin í nýtslu, kunnu vit savna lækna, tannlækna og heilsusystir undir sama taki, soleiðis at her verður savnaður ein fakkunnleiki á einum staði. Harumframt verða felagshøli í læknamiðstøðini.
Hann sigur, at kjallarahæddin, sum er yvir 300 fermetrar stór, í fyrstu syfti fer at standa óinnrættað, men kann, tá tørvur verður, brúkast til ymisk endamál.
Pauli T. Petersen fegnast um, at tað gongur væl í Vestmanna kommunu - at fólkatalið seinastu tvey árini er vaksið, eins og skattainntøkurnar eisini eru øktar.
- Jú, eg haldi, at vit kunnu lata væl at verandi gongd. Tað ger tað eisini hugaligari, at lív aftur er við havnalagið, har eini 40 fólk arbeiða bæði uppsjóvarfisk og botnfisk á fiskavirkjunum, sigur borgarstjórin í Vestmanna kommunu.