Fólkafundurin í ár verður hildin í ítróttardeplinum Bylgjuni í Runavík, og á ein hátt er Runavíkar kommuna vertur fyri tiltakinum.
Síðani tað varð greitt, at Sea Shepherd hevur fingið loyvi at luttaka á Fólkafundinum, hava nógvar atfinningar verið í móti hesum. Nógv halda, at Sea Shepherd hevur einki at gera á Fólkafundinum.
Borgarstjórin í Runavík hevur einki at siga um kjakevnið.
- Vit hava latið fyrireikarunum av Fólkafundinum Bylgjuna at ráða yvir, og vit fara ikki at blanda okkum uppí, hvør verður við á Fólkafundinum, sigur Magnus Rasmussen, sum er borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
- Fyrireikararnir avgera sjálvir, hvussu teir skipa Fólkafundin, og hvør skal verða við, og eg fari ikki leggja meg út í kjakið, um Sea Shepherd skal verða við ella ikki, sigur Magnus Rasmussen.
Aðrir borgarstjórar hava verið meira avgjørdir í sínum útsagnum um Sea Shepherd, men Magnus Rasmussen hevur ikki hug at fylgja í hølunum á teimum.










