Borgarstjórin bjóðar vælkomin á G!

- Hetta eru dagar, har vit hava eitt serstakt høvi at vísa fram okkara kommunu og vísa okkara blíðskap, sigur borgarstjórin, Jóhan Christiansen.

- Eg havi verið á øllum G! Festivalum, tá eg havi verið heima, og soleiðis verður aftur í ár.

 

Tað sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, sum vegna kommuna bjóðar øllum vælkomnum á G!

 

Eysturkommuna hevur seinastu árini stuðlað G! Festivalinum við 200.000 krónum um árið, og soleiðis er aftur í ár.

 

- Tað er soleiðis, at fyrireikararnir hava ynskt tað. Áður vóru arbeiðsmenn hjá kommununi meira knýttir at tiltakinum við ymiskum praktiskum uppgávum. Soleiðis er tað partvís enn, men nú í minni mun enn áður.

 

Borgarstjórin heldur, at hetta er ein góð skipan, tí kommunan er sera fegin um tað velduga stóra tiltak, sum G! Festivalurin er.

 

- Hetta er eitt frálíkt høvi hjá okkum at vísa blíðskap og vísa fram okkara kommunu. G! Festivalurin er eitt sera væl vitjað tiltak, sum ein heilur hópur av fólki á ymiskan hátt stendur afturfyri og er partur av.

 

Jóhan Christiansen sigur, at hann og familjan hava verið á G! hvørt ár, tá tey hava verið heima, og soleiðis verður aftur í ár.

 

- Hetta er ikki minst eitt familjutiltak, og konan og eg fara tí altíð saman við børnunum á G!, meðan dagur er. Tá so kvøldið kemur, eru børnini, sum eru 7 og 10 ára gomul, heima, og vit fara ein túr út aftrat.

 

Vegna Eysturkommunu ynskir Jóhan Christiansen at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum á G! Festivalin.

 

- Hetta eru dagar, har vit hava eitt serstakt høvi at vísa fram okkara kommunu og vísa okkara blíðskap, sigur borgarstjórin, Jóhan Christiansen.