Borgarstjóri enn einaferð við stórum veðrum

Tað er ikki ókent, at borgarstjórin í Nes kommunu plagar at hava stórar veðrar, og soleiðis er árið í ár einki undantak

Í gjár var fletting á skránni hjá borgarstjóranum í Nes kommunu, Súna í Hjøllum, og synum hansara.

 

Nú er tað einki loyndarmál, at borgarstjórin er kendur um landið fyri sínar stóru og vælvaksnu veðrar.

 

Soleiðis var vektin í gjár einki undantak, har tveir av veturgomlu veðrunum fóru yvir tey 100 pundini.

 

Sjálvur sigur Súni í Hjøllum á sínum Facebook-vanga í gjár, at veturgomlu veðrarnir vigaðu ávikavist 98, 108 og 109 pund.

- Vit flettu eisini eitt tvílembulamb, sum vigaði 54 pund, sigur borgarstjórin, Súni í Hjøllum.

 

##med2##