TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Vilmund Jacobsen gjørdi á beinleiðis sending á Rás2, har hann gjørdi tvær samrøður á kajuni á Eiði, áðrenn byrjað var at sigla við regatta-fylginum til Hósvíkar.
Vilmund prátaði við Heðin Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, og hann prátaði eisini við Jógvan í Skorini, borgarstjóra í Eiðis kommunu. Heðin ætlar at uppliva alla regatta´ina, og hann ætlar at sigla víðari til Nólsoyar á ovastevnu í morgin. Jógvan skal verða borðstjóri til eitt brúðleyp í annaðkvøld, og fær tí ikki livað regatta-lívið líka fult út, sum Heðin hetta vikuskiftið.








