Heðin Mortensen vitjaði í Bridgehúsinum hóskvøldið og gav lyfti um, at
tá ið Bridgehúsið verður rivið niður, so fáa feløgini nakað sum er betri at
húsast í. Fyri 40 árum síðani var Heðin eisini til bridge.
Klokkan 21.30 bankar á dyrnar og inn kemur Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn.
Borgarstjórin kom at ynskja Havnar Bridgefelag til lukku á 75 ára
føðingardegnum. Við sær hevði hann, umframt eina gávu, eisini eitt lyfti
um, at bridgespælarar í Havn ikki nýtast at stúra fyri umbyggingini av
Tórsvølli.