Borgarstjórin: ? Vit samstarva við allar

? Vit skrivaðu undir eina samstarvsavtalu við Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin í 1996, og hana ætla vit at halda okkum til, sigur Leivur Hansen, sum hevur lítlan hug at fara við í nýggju samgonguna. ? Er tokið koyrt, so gerst ikki við, sigur hann

Eirikur Lindenskov


? Eg havi bara hoyrt um hasa innbjóðanina gjøgnum fjølmiðlarnar, sigur Leivur Hansen, tá vit spyrja hann, um hann fer at taka av tilboðnum frá Heðini Mortensen um at koma við í nýggja meirilutan í býráðnum.

? Rætt skal vera rætt, leggur Leivur Hansen kortini afturat. Vit hava hoyrt um hatta gjøgnum Klæmint Olsen, býráðslim Tjóðveldisfloksins, sum hevur tosað við nýggja meirilutan.

Leivur Hansen sigur, at Tjóðveldisflokkurin ikki hevur tikið støðu enn, hvussu hann skal virka framyvir, men at alt bendir á, at Tjóðveldisflokkurin fer at halda fast við avtaluna, sum upprunaliga var gjørd við Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin.

? Men Heðin Mortensen sigur, at nú er tokið koyrt. Ætla tit ikki at fara við?

? Er tokið koyrt - ja, so er tað koyrt og so gerst ikki við, sigur Leiuvr Hansen. Hasir flokkarnir hava gjørt eitt tekniskt samstarv, og eg havi einki ímóti at samstarva til báðar síður, sigur hann.

Leivur Hansen vísir eisini aftur, at hann skal hava nakað serligt forpliktilsi yvir fyri Fólkaflokkinum, aftur fyri, at hann gjørdist borgarstjóri, hóast Fólkaflokkurin var tvífalt so stórur sum Tjóðveldisflokkurin við seinasta býráðsval.

? Tá eg fekk hatta tilboðið frá Fólkaflokkinum setti eg sum treyt, at Javnaðarflokkurin eisini skuldi vera við, sigur Leivur Hansen.

? Annars hevði Javnaðarflokkurin sitið uttanfyri í dag. Nú kunnu vit so bara ásanna, at vit sita í minniluta - og at prestisja telur meira enn loyalitetur hjá summum býráðspolitikarum, sigur Leivur Hansen.

Hann sigur víðari, at hesin vandin er í kommunulógini, at fyritreytirnar fyri samstarvi broytast, tá politikarar loypa frá.

? Men eg skilji kortini væl javnaðarumboðið, sum var við sviðusoð, tá samgongan slitnaði í fjør, leggur hann afturat.


? Kennir tú teg ikki snýttan, tá tú nú situr einsamallur eftir við einum parti av Fólkaflokkinum?

? Nei, eg kenni meg ikki nakað sum helst, tí eg ynski at samstarva við allar flokkarnar í býráðnum, og eg rokni við, at tað fer at ganga.

Leivur Hansen vísir eisini á, at Kári Petersen, advokatur, sum hevur verið við til at gjørt kommunulógini, hevur tulkað lógina soleiðis, at ætlanin við lógini ikki var at skipa kommunustýrini í meirlutar og minnilutar.

? Lagt varð upp til at gjørdir vóru valbólkar til at velja borgarstjóra og nevndirnar, men síðani skuldu øll arbeiða í felag, sigur hann.

? Tað sum vit nú síggja er eitt slag av maktgirnd heldur enn at fólk lata skil og vit ráða. Eg ivist ikki í, at øll vilja gera tað besta fyri kommununa, men afturvendandi splitið er ikki býráðslimum til sóma, og fólkið heldur eisin lítið um hetta, sigur Leivur Hansen, sum heldur, at allir trettan býráðslimirnir heldur áttu at samstarvað.