Borgarstjórin visti av øllum

Tað er ikki í tráð við veruleikan, tá Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági, sigur, at hann ikki visti, hvat stóð í samgonguskjalinum, sum ætlaði meirilutin í bygdarráðnum í Sørvági hevði við sær á fyrsta fundin hjá nýggja bygdarráðnum, sigur Sune Jacobsen, bygdarráðslimur

Tað er ósatt, tá Jákup Suni Lauritsen, nývaldur borgarstjóri í Sørvági, sigur, at hann ikki kendi til samgonguskjali, sum skuldi liggja sum grund fyri arbeiðinum hjá Sørvágs Kommunu komandi valskeið, fyrr enn stutt fyri fundin, har borgarstjórin varð valdur, sigur Sune Jacobsen, bygdarráðslimur í Sørvági.
Sanna støðan er tann, sigur Sune Jacobsen, at tað var spælt við opnum kortum allan vegin frá tí, valið hevði verið, til fundin týskvøldið.
?Altso frá okkara síðu, leggur hann dent á, og er ikki í iva um, at okkurt var ávegis hinumegin borðið, sum hann tekur til, sum ikki varð ætlað honum at vita.
?Vit tosaðu saman, bygdarráðslimir av øllum listum soleiðis av og á aftan á valið. Avgjørt varð, at vit skuldu hava ein felags fund leygardagin í seinastu viku. Men tann fundurin varð avlýstur orsakað av sjúku.

Gjørdu avtalu
Men áðrenn tað høvdu vit tríggir, sum valdir vóru á okkara lista, saman við bygdarráðsliminum á lista A havt ein fund, har vit høvdu lagt okkara ynski fram. Tað vil siga, hvør var áhugaður í at gerast borgarstjóri, um tað kom so langt.
Bæði Jákup Suni Lauritsen og Sune Jacobsen vóru áhugaðir í hesum og tí stóð tað til hinar báðar limirnar í hesi samgonguni, hvønn teir skuldu velja til formann.
Avgjørt varð, greiðir Sune Jacobsen frá, at teir skuldu bjóða hinum eftirverandi listanum varaborgarstjóran, og har skutu teir sjálvir upp at velja Erik Davidsen.
Tá teir fóru hvør til sítt, var avtalan, greiðir Sune Jacobsen frá, at líka mikið hvørja støðu restin av bólkinum kom til, skuldu báðir partar góðtaka tað. Eingin skrivlig avtala varð gjørd um tað, tí tað samdust vit um, var ikki neyðugt, sigur hann.
Hinir báðir bygdaráðslimirnir í samgonguni, sum gjørd var, gjørdu so av at skjóta Suna Jacobsen upp sum borgarstjóra, greiðir hann frá. Av tí, at teir høvdu avtalað, at tann avgerðin skuldi virðast, varð ikki meira hugsað um tað, sigur Sune Jacobsen.
Leygardagin brúkti Sune Jacobsen sman við bygdarráðsliminum av lista A til at skriva eit samgonguskjal, har teir tóku ymsar partar av tí, allir lsitarnir undan valinum høvdu sagt seg vilja arbeiða við, og sjóðaðu saman til eitt skjal, sum saman við einum brævi varð borið til allara nývaldu bygdarráðslimirnar.
?Allir bygdarráðslimirnir fingu hesi bæði skrivini, og eingin kann koma og siga nú, at tey ikki kendu til tey. Heldur ikki nývaldi borgarjórin, sigur Sune Jacobsen. Í fylgiskrivinum var eisini gjørt púra greitt, at hetta var eitt uppskot, sum tey kundu gera viðmerkingar til ella bara koyra burtur. Men har kom eingin reaktión, sigur Sune Jacobsen.
Ikki fyrr enn møtt varð til fudnin, har borgarstjórin skuldi veljast. Tá fekk hann ein gruna um, at har var okkurt annað í umbúna, enn tað, hann helt avtalu vera um, sigur Sune Jacobsen. Tí limir av C listanum komu úr einum rúmi saman við Jákupi Suna Lauritsen. Men teir noktaðu fyri, at nakar fundur hevði verið, ella at nøkur avtala var gjørd teirra millum.

Ólógligur fundur
Sune Jacobsen sigur, at hann ivast í, um fundurin, sum valdi borgarstjóra og varaborgarstjóra, yvirhøvur var lógligur.
Sambært lógini um kommunustýri skal ein slíkur fundir fráboðast í minsta lagi fýra dagar, áðrenn hann verður hildin. Hesin fundurin varð hildin týskvøld, men bygdarráðslimirnir fingu ikki fundarboðini fyrr enn mánadag.
Thordis Skaalum, sum er fyrst valdi bygdarráðslimur í Sørvági, kallaði inn til fundin.
Hon sigur, at hon hóskvøld bað kommunuskrivaran um at senda bygdarráðslimunum bræv um at møta á fundi týsdag. Brøvini vórðu send við posti fíggjadag. Thordis Skaalum váttar, at tey vóru ikki limunum í hendi fyrr enn mánadag.
Sune Jacobsen vísir á, at fundurin var heldur ikki almennur, sum slíkir fundir eiga at vera.
Hann sigur, at hann veit, at fólk var við dyrnar og ætlaði sær á fundin sum áhoyrarar, men at tey vórðu víst burtur av einum av bygdarráðslimunum, sum er við í tí bólkinum, sum valdi borgarstjóran.
Hesum vísir Thordis Skaalum aftur. Hon sigur, at henni kunnugt var einki menniskja, sum vildi sleppa á fundin. Ein annar fundur var í kommunuhúsinum sama kvøld. Tað var tekniska nevnd, sum hevði fund um eitthvørt mál, hon skuldi viðgera. Annar var eingin, og eingin vildi sleppa á fundin, sum valdi borgarstjóra, sigur hon.
Til uppáhaldið, at fundurin ikki var lógliga innkallaður, sigur Thordis Skaalum, fyrstvaldi bygdarráðslimur í Sørvági, at um so er, er hon fús at kalla inn til nýggjan fund, um tað verður ynskt ella kravt.
?Men, leggur hon afturat. Eg vænti ikki, at tað fer at broyta úslitið av atkvøðugreiðsluni nakað petti.