- Verði eg vald aftur í Vágs Býráð, fari eg at virka fyri, at øll Suðuroyggin verður løgd saman í eina kommunu.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, slepti eini lítlari bumbu á almenna fundinum í Vági í gjárkvøldið um kommunusamanlegging í Suðuroy.
Tað var sum í grøvini á fundinum, tá ið hon kunngjørdi, at hon hevur fullkomiliga broytt støðu í spurninginum um kommunusamanlegging í Suðuroy.
Fyri tveimum árum síðani atkvøddi Kirstin Strøm Bech ímóti at leggja alla Suðuroy í eina kommunu. Verða kommunurnar í Suðuroynni lagdar saman, skal tað verða í tvær kommunur, var hennara meining tá, saman við restini av Vágs Býráði.
Væl umhugsað
Men serliga hetta síðsta árið hevur hon hugsað nógv um hendan spurningin og hon er nú komin til ta niðurstøðu, at tað einasta rætta er at leggja alla Suðuroy í eina kommunu.
So leingi hetta valskeiðið varar, følir hon seg bundnan av samtyktini í Vágs Býráði um tvær kommur.
Men eftir kommunuvalið verður hon leys av hesi samtyktini og verður hon vald aftur, fer hon at arbeiða fyri, at Suðuroy verður ein kommuna.
- Tað er neyðugt at vit hugsa øðrvísi og at okkurt víttgangandi hendir sum kann broyta gongdina í oynni til tað betra.
Tað er neyðugt, skal oyggin yvirliva og skal tað eydnast okkum at veita borgarunum í oynni tær tænastur, hann krevur nú á døgum.
- Fólkatalið minkar alsamt og miðalaldurin verður hægri og hægri og tað vísir okkum, at tað yngra fólkið flytir av oynni, serliga kvinnur í burðabúnum aldri.
Og so spurdi hon hvørjir aðrir møguleikar eru í veruleikanum.
Men hon tekur ikki undir við samanlegging fyri einhvønn prís, tí ber ikki til at fáa ein sáttmála, sum kann góðtakast, tekur hon ikki undir við tí.
Tórført og tungt
Eftir at hava verið borgarstjóri í Vági í fýra ár, er tað vorðið henni pínliga greitt, hvussu tórført og tungt tað er at reka eina kommunu í teirri støddini, sum Vágur er og hetta er ein orsøk til, at hon hevur broytt støðu.
- Í eini kommunu sum hesari, er tað tórført at fáa tænasturnar til borgararnar at virka nógv væl. Krøvini bara herðast og raksturin verður alsamt dýrari, so tað verður alsamt tyngri at átaka sær tær ymsu uppgávurnar
Sum dømi nevndi hon, at tá ið kommunurnar yvirtóku barnaansingina, kostaði hon Vágs Kommunu eina millión um árið. Nú kostar barnaansingin Vágs Kommunu yvir seks milliónir um árið.
- Samstundis eru vit sera viðbrekin fyri teimum fíggjarligu sveiggjum í búskapinum og eg tori at siga, at ein útjaðari sum Suðuroy er tann fyrsti at merkja afturgongdina í búskapinum og tann seinasti at merkja framgongdina aftur.
Ikki hendur í favn
Kirstin Strøm Bech staðfestir, at landsstýrið hevur ætlanir um, at tað skulu vera sjey kommunur í landinum um eini tvey ár.
- Eg ætli mær ikki at sita hendur í favn og lata landsstýrið taka avgerðina fyri okkum.
Hon vildi ikki hava nakað smoygt niður yvir høvdið, men hon vildi hava ávirkan á tað, sum hendi rundan um hana.
Tí mælti hon til kommunurnar í Suðuroy fara undir arbeiði at leggja saman.
Hon kundi hugsa sær, at ein umboð fyri allar kommunurnar seta seg í ein arbeiðsbólk við einum samfelagsfrøðingi sum samskipara, sum skal gera eitt uppskot til ein sáttmála um kommunusamanlegging eftir sama leisti, sum greitt er frá í aðrari grein í blaðnum.










