Borgarstjórin tekur synd í børnunum

Heðin Mortensen tekur so hjartaliga synd í børnunum, sum hava framt herverkið á Dagstovninum við Løgmannabreyt og hann heitir staðiliga á øll um at taka væl ímóti teimum, tá ið tey koma aftur í skúla

- Tað er heilt ómetaliga synd í børnunum, sum komu sær í ta støðu, at tey hava framt so umfatandi herverk á dagstovnin við Løgmannabreyt.

Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

Hann heitir tí staðiliga á øllum um at taka væl ímóti teimum, tá ið tey koma aftur í skúla, tí sjálvandi skulu tey víðari í lívinum.

Annars er borgarstjórin sjálvandi eisini harmur um, at so umfatandi herverk er framt ímóti dagstovninum.

Og hann sigur, at kommunan fer nú at umhugsa støðuna fyri vita um tiltøk skulu setast í verk fyri at fyribyrgja, at slíkt hendir aftur.

Ein tilburður, sum hesin, hevur onki fordømi og borgarstjórin heldur, at spurningurin er eisini um hetta bara er ein einstakur tilburður, sum altíð kann koma fyri.

Men tað er sjálvsagt, at vit fara at eftirmeta støðuna fyri at vita um nakað skal gerast fyri at tryggja kommununa ímóti at slíkt hendir aftur.

- Talan kann vera um at seta ávaringarskipanir upp, ella talan kann vera um at gera mannagongdir fyri, hvussu farast skal fram, tá ið starvsfólk fara av einum stovni, sum hesum, sigur borgarstjórin.

- Tað er altíð betri at fyribyrgja, men spurningurin er, hvussu ofta, vit kunnu vænta okkum so ógvusligar hendingar, sum hesa og, hvussu stór tiltøk, skulu setast í verk.

Annars sigur hann, at tey hava ruddað og vaskað í døgndrift og tað ber til at fáa dagstovnin í so frægan stand til mánadagin, at hann kann taka ímóti børnum.

Men tað er eisini ein spurningur um at endurnýggja alt tað, sum er brotið, kaffimaskinur, sjónvarp, telefonir, teldur, leikur og annað og tað kann eisini taka sína tíð.

Møguliga verður eisini neyðugt at mála innan og at skifta hurðar og annað innbúgv.

Sí eisini fleiri greinar í internetsosialinum í um herverkið í Dagstovninum við Løgmannabreyt