Borgarstjórin stillar upp á sínum egna lista

Her eru tey seks valevnini, Kristin Michelsen hevur fingið afturat sær upp á listan til býráðsvalið á Tvøroyri

Tað er nú greitt, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri kortini stillar upp til býráðið.

 

Síðani hann varð strikaður á Javnaðarlistanum fyrr í dag, hevur hann arbeitt við at gera sín egna lista.

 

Og tað hevur eydnast, tí nú freistin at lata listarnar inn, er farin, váttar Johan Joensen, formaður í valnevndini á Tvøroyri, at tey hava fingið tríggjar listar.

 

 

Les eisini: Kristin Michelsen slítur við Javnaðarflokkin

 

 

Tað hevur leingi verið kunnugt, at Javnaðarflokkurin stillaði upp, og at eisini ein Borgaralisti stillar upp.

 

Men harafturat hava tey fingið ein lista, ið kallast Kommunulistin og har er Kristin Michelsen eitt av valevnunum.

 

 

Les eisini: Tekur seg av listanum á Tvøroyri

 

 

Afturat sær hevur hann seks onnur valevni, so tilsamans eru sjey valevni í listanum.

 

Tey seks valevnini, Kristin Michelsen hevur fingið afturat sær, eru:

Kristina Sørensen, Barbara Julsgart, Dan Erik Johansen, Ingi Mortensen, Anfinn Leo og Alvi Mortensen.

 

 

Les eisini: Rok um borgarstjóran á Tvøroyri