- Eg veit einki um, at eg hevði ikki undirtøku, er greiða aftursvarið hjá Heðini Mortensen til Marin Katrinu Frýdal.
Martin Katrina Frýdal segði í Sosialinum mánadagin, at tað var Heðin Mortensen, sum einsamallur tók avgerðina, at parkeringsbásarnir á Kongabrúnni skuldu burtur. Eingin annar.
Borgarstjórin segði í farnu viku, at Byggi- og býarskipanarnevndin mælti til, at parkeringsbasarnir skuldu burtur, men tí vísti Frýdal staðiliga aftur.
- Heðin Mortensen hevur ikki lurtað eftir okkum, og tað eru fleiri býráðslimir týðiliga argir um. Hann hevur ignorerað okkum í hesum málinum, segði Marin Katrina Frýdal.
Heðin Mortensen sigur, at básarnir noyddust burtur.
- Kommunan hevur gjørt umfatandi arbeiði á Kongabrúnni, og bilarnir foraðu arbeiðinum. Tí hvurvu parkeringsbásarnir. Nú er arbeiðið liðugt, og básarnir koma aftur. Søgan er ikki longri, sigur Heðin Mortensen.
Marin Katrina Frýdal sigur, at tú hevur ignorerað býráðslimirnir í hesum málinum. Hevur tú tað?
- Sum sagt, eg veit einki um, at eg ikki hevði undirtøku. Tað var eitt krav frá arbeiðsmonnunum, at básarnir hvurvu í eina tíð, meðan arbeiðið var gjørt. Um Marin Katrina Frýdal hevur viðmerkingar, so eru hon vælkomin at siga tað við meg, áðrenn hon fer til fjølmiðlarnar. Eg havi einki hoyrt frá henni í hesum sambandinum. Tað vísir seg ofta at vera ein trupulleiki hjá ymsum býráðslimum, tí slíkir trupulleikar skulu viðgerast innanhýsis fyrst, um tað er, sigur Heðin Mortensen.










