Borgarstjórin royndi spæliplássið

Vágs Kommuna er 100 ár og heldur føðingardagsviku hesa vikuna. Týsdagin handaði kommunan borgarum sínum nýtt spælipláss Sera nógv virksemi er í Vági í hesum døgum, nú føðingardagsvika er í samband við, at Vágs Kommuna gerst 100 ár.

Nógv fólk kom saman, tá Vágs Kommuna týsdagin alment handaði borgarm sínum nýtt spælipláss, ið sjálvsagt serliga er ætlað yngru borgarunum.

Men tó royndu bæði Danjal Bjarkhamar, býráðslimur, og Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, spæliplássið, tá tey søgdu nøkur orð, tá spæliðplássið alment varð handað borgarunum.

Føðingardagsvikan heldur fram við tiltøkum til sunnudagin. Í kvøld er døgurði fyri innbodnum, fríggjakvøldið er stór kirkjukonsert og leygardagin er alment morgunmatarborð og ymiskt undirhald. Á kvøldi er kvøldseta. Mangt annað er á skránni, ið sæst á www.vagur.fo, og mongu framsýningarnar halda fram, sum vanligt.