Borgarstjórin rindaði pening uttan heimild

Borgarstjórin á Sandi, Páll á Reynatúgvu, virkaði í heimildarloysi, tá hann í fýra umførum í fjør rindaði Barnagarðinum á Teiginum pening Talan var um tilsamans 430.000 krónur, sum borgarstjórin flutti, uttan at málið varð viðgjørt í bygdaráðnum.

Kommunudeildin í innlendismálaráðnum hevur viðgjørt eina klagu frá minnilutanum í Sands bygdaráð, sum kærdi framferðina hjá borgarstjóranum.

Kommunudeildin sigur, at meiri verður ikki gjørt við málið, tí kommunan undir øllum umstøðum hevði noyðst at goldið peningin.

Sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum ger minnilutin í Sands bygdaráði heldur ikki meira við málið.