Eg eri eitt sindur skelkað, tí sjálvandi skulu allar kommunur viðgerast líka. Tað sigur Ása Holm, borgarstjóri í Porkeri.
Sum vit skrivaðu í gjár, hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta pening til ymisk endamál. Ein partur av tí er at játta kommunum tvær milliónir í stuðuli til at umvæla brimskaðar, sum havnarløgini hjá teimum fingu í herviligu ódnini fyri einum góðum ári síðani.
Les meiri her: Fáa hjálp at umvæla skaðan
Í uppskotinum eru tvær kommununur nevndar at fáa stuðul, nevniliga Hvalbiar Kommuna og Húsavíkar Kommuna. Men tað hendi eisini skaðar aðrastaðni, men tær kommunurnar eru ikki nevndar í uppskotinum. Eisini í Porkeri fór hetta ódnarveðrið illa við havnarlagnum og ein partur av brimverjuni skolaði burtur.
Og Ása Holm, borgarstjóri, sigur, at hon er rættiliga skelkað, at Porkeris Kommuna ikki er tikin við í uppskotið hjá Jørgen Niclasen. Hon sigur, at tey hava søkt landsmyndugleikarnar um fíggjarligan stuðul, men til fánýtis. Men hon staðfestir, at sjálvsagt skulu allar kommunur viðgerast líka, so tey fara ikki at lata hetta fara aftur við borðinum.
– Vit fara at gera vart við okkum, tí verður stuðul latin til kommunurnar, eigur Porkeris Kommuna eisini at fáa sín part, sigur hon. Tvær milliónir er ikki ann stóra upphæddin at býta, men alt ger mun hjá eini lítlari kommunu sum Porkeri, sigur hon.
Hon sigur, at tey hava umvælt brimverjuna aftur, men tað er ikki tann umvælingin tey høvdu ætlað, tí tað varð ov dýrt fyri eina so lítla kommunu. Sostatt hava tey spart har tey kundu, so umvælingin kostaði eina góða millión.
Jørgen Niclasen segði við KvF, at hesar báðar milliónirnar, sum eru settar av til kommunurnar, vórðu settar á, tá ið Løgtingið samtykti fíggjarlógina. Tá skilti hann Løgtingslimir soleiðis, at talan skuldi vera um stuðul til Hvalbiar og Húsavíkar.
Tær báðar kommunurnar vóru tær einastu, sum vórðu nevndar tá, men Jørgen Niclasen segði við KvF, at nú liggur málið í Løgtinginum, og so stendur tað til Løgtingið, hvat úrslitið verður.