Klaksvík: Christian segði, at ístaðin fyri nýtt skip til Kalsoyarleiðina, átti ein at brúkt kostnaðin fyri hetta sum stovnsfæ til eitt felag, sum skuldi gera ein undirsjóvartunnil millum Borðoynna og Kalsoynna.
Eitt líknandi uppskot var uppá tal, tá Norðoyatunnilin var í umbúna. Men henda ætlanin gjørdist ikki veruleiki.
- Tað var harmiligt, at ein ikki fekk gjørt henda tunnilin til Kalsoynna beinanvegin, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sum eisini umfatar Mikladal á Kalsoynni.
Hann tekur fult undir við hugsanini hjá Christiani. Tí, sum hann sigur:
- Hetta hevði verið nógv lagaligari, og soleiðis kundu kalsoyingar havt fast samband hvønn einasta dag.
- Eg veit væl, at ein slíkur tunnil er ein stór íløga. Men í seinna enda krevur hann ikki eins nógv viðlíkahald sum ein ferja og ein ferjulega, staðfestir borgarstjórin.
Christian Andreasen legði fram hugsan sína í teirri staðbundnu Mikladalsnevndini undir Klaksvíkar kommunu. Ein áheitan varð send kommununi í september mánaði. Enn er hetta ikki vorðið eitt mál í býráðnum, men tað verður tað einaferð seinni.
- Tað er neyvan lætt at tosa um undirsjóvartunlar í dag. Hinvegin vil eg bara siga, at eg eri púra samdur við tí, sum Christian hevur borið fram, slær borgarstjórin í Klaksvík fast.










