Tað er nú greitt, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, verður eitt av valevnunum hjá Javnaðarflokkinum á løgtingsvalinum.
Javnaðarfelagið í Suðuroyar Norðaru helvt hevði uppstillingarfund í gjárkvøldið. Tey fáa fýra valevni á listan og tey vórðu avgjørd í gjárkvøldið.
Borgarstjórin á Tvøroyri er eitt teirra og Pauli Einarsson, varaborgarstjóri, er eitt annað, Hni bæði vælevnini eru Bjørg Rasmussen og Trygvi Strøm.








