Agnethe Davidsen, sum seinastu 14 árini hevur verið borgarstjóri í grønlendska høvuðsstaðnum, doyði fyrr í dag 60 ára gamla Agnethe Davidsen var leygarkvøldið løgd inn á Dronning Ingrids Hospital við nógvari høvuðpínu. Tað vísti seg at verða ein heilabløðing, og sunnudagin doyði borgarstjórin. Hon átti tvey vaksin børn.
Agnethe Davidsen umboðaði flokkin Siumut og varð vald til borgarstjóra í Nuuk í 1993. Hon hevur sitið í sessinum síðani og hevur eisini umboðað flokkin í Landstinginum. Hon verður roknað sum tann fremsti kvinnuligi politikarin í Grønlandi nakrantíð, og hon var eisini fyrsta kvinnan í Landstinginum.