Borgarstjórin í New York: Talan er um yvirgang

CNN, Hillary Clinton og Barack Obama hava seinastu dagarnar fingið rørbumbur sendar í postinum.

 

Fyrst var tað ríkmaðurin George Soros, sum eisini er kendur fyri at stuðla demokratiska flokkinum fíggjarliga, sum fekk eina rørbumbu í postinum. So fann løgreglan eina bumbu í postinum hjá fyrst Hillary Clinton og síðani fyrrverandi forsetanum Barack Obama. Í dag varð ein bumba funnin í hølunum hjá stóra amerikanska miðlinum CNN. Fleiri aðrir kendir demokratar, sum løgmálaráðharrin í stjórnini hjá Barack Obama, Eric Holder, og Andrew Cuomo, sum er guvernørur í New York, hava fingið líknandi pakkar.

 

Løgreglan sigur, at talan er um einfaldar rørbumbur. Rørið er 15 sentimetrar langt og fult av krúti av onkrum slag. Í onkrum føri, sum hjá CNN hevur løgreglan eisini funnið brøv við hvítum pulvuri

 

Borgmeistarin í New York, Bill de Blasio, kallar hetta fyri eitt yvirgangsálop.

- Hetta er eyðsæð ein roynd at skapa ótta. Hetta er eitt yvirgangsálop, segði hann á einum tíðindafundi.

 

Hann heldur, at tað er eitt týðiligt politiskt mynstur í álopinum – øll, sum hava fingið pakkar, eru demokratar – og heitir tí eisini á forsetan, Donald Trump, um at vanda sær um orðini.

 

Bumban, sum bleiv funnin hjá CNN, var adresserað til fyrrverandi stjóran í CNN, John Brennan. Hann er sera atfinningarsamur móti Donald Trump, forseta, og er ofta gestur á CNN.

 

Donald Trump fer at hava tíðindafund um málið seinni í kvøld, men í tíðindaskrivi fordømir hann hesar royndirnar um harðskapsálop og kallar tær andstyggiligar. Mike Pence, varaforseti, kallar álopini feik og sigur, at slíkt hoyrir ikki heima í USA.

 

Marco Rubio, republikanari og fyrrverandi forsetavalevni, kallar hetta fyri eitt álop á alt Amerika.

- Yvirgangsmaðurin skal skjótt sanna, at meðan eitt frítt fólk kann hava mótstríðandi politiskar áskoðanir, um tú roynir at drepa ein okkara, mást tú møta okkum øllum.

 

Enn er eingin handtikin fyri at hava sent bumburnar. Eingin hevur heldur tikið ábyrgd av teimum.

 

Álopini henda mitt í valstríðnum til amerikanska senatið og kongressina. Valið verður 6. november.