Borgarstjóri
Í Leirvík skulu tey nú hava nýggjan borgarstjóra.
Borgarstjórin í Leirví fer nú at leggja frá sær.
Dánjal Andreasen sigur, at hann hevur boðað bygdaráðnum frá, at hann ætlar sær frá sum borgarstjóri.
Næsti bygdaráðsfundur í Leirvík verður 6. juni og tað verður ætlandi seinasti bygdaráðsfundur hjá Dánjali Andreasen sum borgarstjóra.
Í øllum førum fer hann frá so skjótt tað ber til at skipa bygdaráðið av nýggjum.
Men tað er ikki ósemja av nøkrum sum helstslag sum ger, at hann nú leggur frá sær sum borgarstjóri.
? Eg eri stjóri á Skipasmiðjuni á Skála og tað arbeiðið er so krevjandi, at tað eru rætt og slætt ikki stundir til at røkjastarvið sum borgarstjóri eisini. Tað er einasta orsøkin til, at eg leggi frá mær, sigur Dánjal Andreasen.
Hann viðgongur kortini, at tað er spell at hann skal noyðast at leggja frá sær sum borgarstjóri, tí tað eru stórmál fyri í Kommununi, sum hann kundi hugsað sær at verið við til at loyst.
Her hugsar hann serliga um spurningin um farleiðina ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin.
? Men tað gerst ikki við, tí mítt borgarliga starv er so mikið krevjandi at tað ber nú einaferð ikki til at røkja borgarstjórastarvið eisini og tað má eg so bara taka til eftirtektar, sigur hann.
Hetta er fyrsta seta hjá Dánjali Andreasen í bygdaráðnum og hann varð valdur til borgarstjóra beinanvegin. Og hóast hann fer frá sum borgarstjóri, fer hann kortini at halda fram sum vanligur limur í bygdaráðnum.