Borgarstjórin klæddur til dyst

Í Klaksvík verður ikki snakkað um annað enn dystin í morgin – Steypafinaluna millum KÍ og Víking. Skeltir og fløgg síggjast ymsa staðni í býnum. Eisini borgarstjórin, Jógvan Skorheim hevur klætt seg til dystin, eins og fleiri við honum.

 

Í morgun, tá ið Jógvan Skorheim, borgarstjóri møtti til arbeiðis, varð hann í KÍ-blusu inniundir klæðninginum. Hetta frískar upp og minnir á, at vit hava ein sera umráðandi dyst fyri framman.

 

- Eg gleði meg til dystin í morgin. KÍ hevur spælt einastandandi væl í ár, men fyri at vinna eina steypafinalu skal enn meiri nærlagni og stríðsvilji til, sigur borgarstjórin, ið sær fram til eina spennandi finalu við grannarnar úr Eysturkommunu.

 

Vegleiðingar og kunningar verða gjørdar í sambandi við at Smyril skal flyta næstan 1000 klaksvíkingar til og frá dystinum, sum verður í Gundadali í morgin kl. 18. Fráferðin verður av Kósabryggjuni í morgin kl. 14.