Klaksvík: Borgarstjórin í Klaksvík tekur í kvøld eitt óvanligt stig, tá hann kallar foreldur saman til ein fund um ungdómsviðurskiftini í býnum.
? Vit ætla at seta spurningin, hvussu vit frægast kunnu skapa trivnað millum okkara unga ættarlið, og hvørji tilboð skulu til í tí sambandi, sigur Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri.
Serligi foreldrafundurin verður í býráðshøllini í Klaksvík í kvøld, mikukvøldið, klokkan 19.00.
Arbeiða við tilhaldsstaði
? Nógv verður tosað um hendan spurningin ? ikki minst her í Klaksvík, staðfestir borgarstjórin, sum heldur, at málið oftani verður viðgjørt í negativum vendingum millum manna.
? Býráðið hevur nú í eina tíð viðgjørt spurningin um eitt tilhaldsstað fyri ungdóm, sum ætlandi skal vera karmur um virksemi hjá teimum ungu í kommununi.
? Sosiala Deild fyrireikar málið í løtuni, og væntandi gongur ein tíð enn, áðrenn vit síggja nakað ítøkiligt úrslit, men breið semja tykist tó vera í býráðnum um, at vit her í kommununi skulu betra um tilboðini og møguleikarnar hjá ungdóminum í kommununi, sigur borgarstjórin.
Biðja um ráð frá foreldrum
Endamálið við fundinum í kvøld er at koma á tal við foreldur og onnur, sum hava áhuga í hesum spurningi, fyri at finna fram til ta mest skilagóðu leiðina í hesum nógv umrødda máli.
? Tað finst neyvan nøkur uppskrift ella patentloysn upp á, hvussu ein fær ungdómin at trívast, men hetta er ein spurningur, sum meir ella minni kemur okkum øllum við, og tí vilja vit við hesum geva fólki møguleikan at siga sína hugsan, sigur Steinbjørn Jacobsen.
Rúsdrekkaráðgevin luttekur á fundinum.
Umframt møguligar aðrar býráðspolitikarar verða tað formenninir ? ella kanska rættari sagt forkvinnurnar ? í Sosialu Nevnd og Mentunarnevndini, Eyðgunn Samuelsen og Jórun Høgnesen, sum saman við borgarstjóranum fara at umboða býráðið á hesum fundi.
Umframt politikararnar og umboð fyri Sosialu Deild, ið tekur sær av málinum í býráðsumsitingini, verður eisini rúsdrekka- og narkotikaráðgevin, Carl August Arge, sum hevur royndir innan hetta økið, við á fundinum.
Vónar góða undirtøku
Klaksvíkar býráð hevur heitta ein av kendastu tónleikabólkunum í landinum í løtuni, I AM, um at syngja og spæla nøkur løg á fundinum.
? Vit vóna, at tiltakið fær góða undirtøku millum foreldur og onnur áhugað í kommununi. Í øllum førum kunnu vit siga, at fólk nú hava møguleikan at gera sína ávirkan galdandi, sigur Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri.










