Borgarstjórin í Hvalba gevst

Borgarstjórin í Hvalba seinastu fýra árini, Otto West, hevur nú gjørt av at gevast í kommunupolikki.

Hann sigur, at sostatt hevur hann gjørt av, at hann stillar ikki upp aftur, nú val verður til kommunustýrið í november.

Otto West varð valdur í býgdaráðið í Hvalba í 2000 og tók við sum borgarstjóri nakað áðrenn valskeiðið endaði, tí borgarstjórin, sum var, Levi Niclasen, gjørdi av at fara frá áðrenn valskeiðið endaði.

Men síðani hevur hann verið borgarstjóri aftur hetta valskeiðið.

Otto West, sum nú er 51 ár, sigur, at hann heldur seg hava sitið nóg leingi í kommunstýrinum. Hann hevur fult starv hjá SEV og hann heldur vil hava eitt sindur meiri frítíð, ístaðin fyri at brúka frítíðina í bygdaráðnum við tí, sum hartil hoyrir.

Og ikki minst vil hann hava betri stundir at vera saman við abbabørnunum, sum nú eru tvey í tali.