Tað verður eitt øðrvísi NSÍ, sum vit koma at síggja til komandi kappingarár. Fleiri spælarar eru farnir úr felagnum, men tað er eisini komnir fleiri til.
Av teimum, sum ikki halda fram eru Jann Benjaminsen, Rógvi Egilstoft, Jesper Christjansen og Bárður J. Hansen. Jann Benjaminsen er farin til Hødd IL í triðjbestu deildini í Norra. Nýggi borgarstjórin á Eiði, Rógvi Egilstoft, heldur ikki fram í NSÍ.
Tað váttar ítróttarstjórin, Eyðstein Skipanes, fyri bolt.fo, sum eisini kann staðfesta at Jesper Christjansen og Bárður J. Hansen ikki halda fram. Steffan A. Løkin er farin til B68, har útlitini til spælitíð eru góð, meðan Salmundur Bech er farin aftur til barndómsfelagið FC Suðuroy, sum nú spælir í næstbestu deildini.
Tróndur Jensen er nýggjur maður á miðjuni hjá NSÍ. Hann skiftir frá HB, meðan Sjúrður Pauli Nielsen, sum varð útleigaður til ÍF í fjør, er aftur í hópinum. ÍF hevur verið eftir honum aftur, men hevur nú valt Gunnar Christiansen til høgra bakkin.