ÍSF
Tá ið freistin fyri at lata uppskot inn til forsetavalið í Ítróttarsambandi Føroya var úti, var einki annað uppskot enn sitandi forseti.
Ítróttar-Sosialurin veit um, at arbeitt var við at stilla eitt mótvalevni upp ímóti Heðini Mortensen, men eingin vildi taka kappingina upp við forsetan, sum hevur sitið í sessinum seinastu 26 árini.
Tí verður Heðin Mortensen valdur til ÍSF-forseta í eitt nýtt tvey ára skeið, tá ið ÍSF hevur aðalfund á Hotel Føroym leygardagin.
- Eg havi framvegis stóran áhuga fyri hesari uppgávuni, og orkan er eisini til tað, tí havi eg valt at halda fram í tvey ár afturat. Men hetta verður helst mítt seinasta skeið sum ÍSF-forseti, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjóri og forseti
Tað var í mars mánaði í 1980, at Heðin Mortensen varð valdur til forseta í Ítróttarsambandi Føroya, og øll árini síðani hevur hann verið ítróttarligt yvirhøvd í føroyskum ítrótti.
Seinastu tvey árini hevur Heðin Mortensen verið borgarstjóri í Havn, og tað er tey, sum halda, at hetta ikki hóskar saman við uppgávuna sum ÍSF-forseti.
Heðin Mortensen heldur tó, at eingin vansi er í hesum.
- Eg havi ongar trupulleikar við at vera borgarstjóri og ÍSF-forseti samstundis. Eg haldi, at føroyskur ítróttur hevur ein fyrimun av hesum, tí ítrótturin hevur eitt politiskt talurør, har avgerðirnar verða tiknar, sigur Heðin Mortensen.
Uppgávan sum borgarstjóri í Havn er krevjandi. Hevur tú tíð at verða forseti fyri ÍSF eisini?
- Ja, tað sigur seg sjálvt, at eg havi ikki nógva frítíð. Arbeiðið sum forseti í ÍSF er sjálvboðið arbeiði, og eg brúki mína frítíð til hesa uppgávu. Vit hava eina umsiting í ÍSF, og tað ger mína uppgávu lættari, men tað krevur framvegis nógva tíð og orku. Hetta er mítt filantropiska arbeiði, og soleiðis rokni eg eisini við, at tað verður frameftir, tí ÍSF hevur ikki ráð til ein løntan forseta.
Uppgávur eftir at loysa
Heðin Mortensen sigur, at hann heldur fram sum forseti í ÍSF, tí hann framvegis hevur arbeiðið eftir at gera fyri føroyskan ítrótt.
- Tað eru nøkur ting, sum eg gjarna vil gera liðug, áðrenn eg gevist sum forseti. Eitt er limaskapurin í IOC, eitt annað eru fíggjarligu umstøðurnar hjá ÍSF, og harafturat fer leikluturin hjá ÍSF í føroyskum ítrótti eisini at broytast í næstum, sigur Heðin Mortensen.
- Hinvegin ásanni eg eisini, at nýggjar tíðir eru á veg í føroyskum ítrótti, og tí verður hetta helst mítt seinasta skeið sum ÍSF-forseti.
Forsetavalið í ÍSF verður á aðalfundinum, sum verður hildin á Hotel Føroyum leygardagin. Tað eru føroysku ítróttarfeløgini, sum saman við sersambondunum velja forsetan. Hesaferð verður einki at velja ímillum, tí Heðin Mortensen er einasta uppskotið.









