Borgarstjórin í Havn skapti røring í SEV

SERFRØÐINGAR Heðin Mortensen vil hava serfrøðingar í nevndina í SEV, men tað eru tað verri enn so øll, sum eru so fegin um

Tað er neyðugt at fáa fleiri serfrøðingar í nevndina í SEV.
Tað heldur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Vegna Tórshavnar Kommunu legði hann uppskot fyri aðalfundin hjá SEV í morgun um at nevndin í SEV verður víðkað við serfrøðingum, eitt nú á tekniska, búskaparliga og samfelagsliga økinum.
Tað eru mong sum ikki eru samd við honum í hesum og tað vísti atkvøðugreiðslan á aðalfundinum eisini, tí tá ið støða skuldi takast til uppskotið, vóru 37 atkvøður fyri at fáa serfrøðingar upp í nevndina í SEV og 25 vóru ímóti.
Sostatt varð uppskotið samtykt við teprum meiriluta.

Serfrøðingar á ymsum økjum
Tað, sum aðalfundurin hevur samtykt í morgun, er, at nevndin í SEV skal leggja uppskot fyri kommunurnar í heyst um at stovna ein tilráðingarbólk við trimum limum.
Men av tí at talan í hesum føri er um at broyta viðtøkurnar, skal tað samtykkjast við skikkaðum meiriluta.
Tað merkir, at minst helvtin av atkvøðunum eru umboðaðar á fundinum og at í minsta lagi 2/3 av atkvøðunum, sum eru umboðaðar á fundinum, eru fyri broytingunum
Verður tað samtykt, skal hesin tilráðingarbólkur geva aðalfundinum hjá SEV tilmæli um, hvørjir serfrøðingar skulu í nevndina í SEV afturat teimum sjey nevndarlimunum, sum kommunurnar velja nú.
Ein máti kann vera, at bólkurin kannar eftir, hvørjir førleikar eru í nevndini frammanundan.
Síðani skal bólkurin meta um, hvørjir førleikar mangla í nevndini og mæla til, hvørjir serfrøðingar kunnu styrkja nevndina á økjum, har hon manglar førleikar.
Sostatt er ikki talan um, at kommunurnar skulu velja teir eyka nevndarlimirnar, men tað skal vera eftir tilmæli frá tilráðingarbólkinum.
Tað er heldur ikki ásett, hvussu nógvir serfrøðingar skulu í nevndina, tí tað er eitt mál, sum nevndin í SEV skal taka støðu til, tá ið hon fyrireikar málið.
Eftir tí, aðalfundurin samtykti í morgun, skal nevndin í SEV vera liðug við sítt arbeiði í heyst.
Síðani skal uppskotið um at seta tilráðingarbólkin og at víðka nevndina, leggjast fyri eykaaalfund í SEV sum eisini verður í heyst.
Verður tað samtykt, fer tilráðingarbólkurin til verka og leggur uppskot um serfrøðingar í SEV nevndina á næsta regluliga aðalfundi.
Aðalfundurin kann so góðtaka ella vraka serfrøðingarnar. Verða teir vrakaðir, skal tilráðingarbólkurin koma við nýggjum tilmæli.

Sterk nevnd
Heðin Mortensen sigur, at endamálið er at tryggja, at nevndin hevur neyðugan førleika og serkunnleika at loysa tær uppgávur, sum felagið.
- Hetta fer smuleiðis at geva eigarunum, altso kommununum, størri trygd fyri, at teirra
áhugamál verða røkt til fulnar.
Samstundis fer tað at tryggja tørvin hjá SEV á at hava eina sterka nevnd við fjølbroyttum førleikum.
- Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at nevndin er so væl mannað sum gjørligt røkja sínar uppgávur.
- Tað er neyðugt at fáa serfrøði inn í nevndina tí næstu árini skal SEV skal standa fyri hundraðtals milliónum, bæði í íløgum og í rakstri, og tí má nevndin hava neyðugu serfrøðina sigur Heðin Mortensen.

Røringur í
Tað var týðiligt á aðalfundin í SEV í morgun, at uppskotið hjá Heðin Mortensen skapti røring í SEV, tí tað vóru verri enn so øll, sum tóku undir við ætlanini hjá Tórshavnar Kommunu um at fáa serfrøðingar í SEV nevndina.
Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, heldur, at kommunurnar mugu vera so mikið at sær komnar, at tær velja skikkaðar nevndarlimir í SEV.
Hann vísti eisini, at hevur SEV brúk fyri ráðgeving í ymsum málum, ber til at útvega sær ráðgeving.
Hetta er heldur ikki tíðin at økja um útreiðslur til nevndarsamsýningarnar í SEV, heldur hann.
Eisini Jákup Sune Lauritsen, nevndarformaður í SEV helt, at uppskotið er óneyðugt.
Hann vísir á, at í løtuni verður arbeitt saman við landinum, KSF og Kommunufelag Føroya, um, hvussu øll orkuveitingin -og eisini SEV- skulu skipast framyvir.
- Hvussu nevndin skal setast saman, verður eisini ein partur í tí arbeiðnum og tí er tað óneyðugt at samtykkja tað nú, heldur hann.
Harðastur at taka til orðanna ímóti uppskotinum, var Tórbjørn Jacobsen, býráðslimur í Runavík, tí hann heldur, at hetta er størsta misálit, nakar hevur víst nevndini í SEV yvirhøvur.
Hann staðfestir, at tað eru kommunurnar, sum velja nevndina og nevndin stendur til ábyrgd fyri eigarunum.
Hann heldur lítið um rákið, sum hevur tikið seg upp um allan heim, at vit skulu hava serfrøðingar allastaðni, tí teir hava rent ein stóran part av heiminum á heysin.
Hann heldur eisini, at tað eru nógv starvsfólk í SEV og har eru fleiri serfrøðingar.
- Og hevur SEV brúk fyri aðrari serfrøði, átti nevndin heldur at fingið heimild til at leita sær ráðgeving, har tað er neyðugt.

Neyðugt við serligari vitan
Men tað vóru eisini tey, sum tóku undir við uppskotinum.
Ein av teimum var Dánjal Vang í Fuglafirði og hann ivast ikki í, at fæst professionelt fólk í nevndina í SEV, verður nevndararbeiðið nógv dyggari.
- Tey, sum atkvøða ímóti, hoyra fortíðini til, staðfesti hann.
Hann fekk undirtøku frá Siggu Óladóttir Joensen, sum eisini er úr Fuglafirði. Hon vísti á, at SEV er ein felagsskapur fyri alt samfelagið og sum hvørt húsarhald og hvørt virkið er tvingað at keypa eina tænastu frá.
Ein annar var Johannus Danielsen á Nesi, sum eisini tekur undir við SEV fær fólk við serligari vitan í nevndina. Men hann reisti kortini spurningin um tað er rætt at víðka nevndina.