Borgarstjórin í Havn sigur nei til stóru príshækkingina hjá SEV

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum hevur nógv flestar atkvøður á aðalfundi í SEV, vil ikki loyva SEV at hækka prísin, so nógv, sum ætlanin er.

SEV ætlar at hækka prísin 25 oyru, umframt mvg, men tað heldur Heðin Mortensen, er ov nógv.

- Sjálvandi er rætt at leggja um til grøna orku, men vit eiga ikki uttan víðari at geva hvørjum einasta húsarhaldi í Føroyum eina óneyðuga eykarokning á 3.000 krónur um árið.?

Hann sigur, at hetta er tað, sum brúkarin, sum gjøgnum elprís, skatt og hækkaðar vøruprísum noyðast rinda fyri príshækkingina, sum SEV ætlar.?

Hann sigur, at Tórshavnar Kommuna hevur sett spurningar, bæði við rentustøðið, láni- og avskrivingarprofilin hjá SEV.

– Íløgurnar í varandi orku hava langa livitíð. Tí er neyðugt og rímiligt bæði at taka langfreistað lán og at hava langa avskrivingartíð, so at brúkarin í dag, ikki eisini skal gjalda allan kostnaðin av grønu orkuni fyri framtíðar brúkarar, sigur Heðin Mortensen.

- Harafturat eiga vit at endurskoða íløguætlanina og strekkja hana yvir eitt longri áramál, tí tað minkar um tørvin á at hækka prísin minni.

Samstundis heldur hann, at kommunurnar eiga at krevja, at landið eisini rindar sín part av tí, tað kostar at leggja um til grøna orku.

- Tað ber væl til at røkka endamálinum, uttan at jarðleggja samfelagið við príshækkingum, sigur Heðin Mortensen.