Føroya Arbeiðarafelag
Tórshavn, 16.05.2001
???????????????????
Jan Christiansen, borgarstjóri sum hevur meldað FA hevur sjálvur brotið Grundlógina við at nokta starvsfólkum hjá kommununi sjálvi at velja hvar tey gerast limir.
Vit frætta nú í fjølmiðlunum, at Jan Christiansen, borgarstjóri hevur meldað FA í sambandi við lógliga verkfall okkara.
Tað er ikki sørt mótsigandi, at hesin høgravendi og løntakarafíggindaliga borgarstjóri meldar felag okkara, tá hann samstundis sjálvur noktar at geva starvsfólki sínum rættindi, sum ásett eru í sjálvari Grundlógini.
Borgarstjórin hevur nevniliga noktað, at góðtikið, at limir í Kollafjarðar Arbeiðarafelag framvegis skulu vera limir í hesum felag, hóast hesi starvsfólk skrivliga hava boðað frá, at tey framvegis ynskja at vera limir í felagnum í Kollafirði.
Hesin borgarstjóri hevur víst slíka háan móti starvsfólkum sínum, at hann hevur limað tey inn í annað fakfelag og hevur beint ímóti boðunum frá starvsfólkinum flutt eftirlønargjøld til eftirlønar-skipanina hjá einum heilt øðrum fakfelag.
Tað kann sostatt sigast, at Jan Christiansen alla tíðina hevur víst eina so vanvirðisliga framferð móti vanliga løntakaranum, at tað ikki undrar okkum, at hann nú eisini roynir at gera seg inn á fakfelag okkara, men vit skulu vissa Jan Chrsitiansen um, at um hann vil hava stríð so skal hann sanniliga fáa stríð.