Marine Harvest Føroyar hevur í dag havt sín fyrsta almenna arbeiðsdag á virkinum á Strondum.
- Í langa tíð hava nógvir bilar staðið uttan fyri virkið á Heygstøð, har fólk hava arbeitt við at gera klárt til dagin í dag. Enn koyrir virkið tó ikki við fullum seglum, og tað fer at taka sína tíð, áðrenn komið er har til.
Tað vita tey í dag í Sjóvar kommunu at siga, og tey fegnast sjálvsagt eisini um, at gongd nú aflur er í á virkinum á Heygstøð, sum upprunaliga varð bygt sum flakavirki.
Á myndini er tað borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Artur Johansen, sum handar stjóranum í Marine Harvest Føroyar, Hans Jákupi Mikkelsen, blómur og ynskir felagnum vælkomnum í Sjóvar kommunu.










