Borgarstjórin gevur fundarboð

Sambært kommunustýrislógini hava rætt at biðja um fund, tí teir eru meira enn ein triðingur av kommunustýrinum, men teir kunnu ikki avgera, nær fundurin verður. Sambært kommunustýrislógini er tað nevniliga bert borgarstjórin, sum kann avgera, nær fundir eru. Og sambært skrivaranum hjá Sands kommunu er onki í kommunustýrisskipanini á Sandi, sum gevur vanligum kommunustýrislimum rætt at dagfesta ein fund.

Hinvegin hava teir fýra sambært kommunustýrislógini rætt at krevja, at mál verða tikin á skrá. Ella orðarætt hevur borgarstjórin skyldu til at seta øll mál á skrá, sum kommunustýrislimir ynskja, síðan er tað upp til kommunustýrið at avgera, hvørt málið verður tikið til viðgerar.

Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi, vil ikki gera viðmerkingar til málið, og greiddi í gjár frá, at hetta er so nýtt, og tí ber ikki til at siga, nær ella hvar fundurin verður, har mál um nevndarval verður á skrá.