Ein av profilunum á kenda kvinulistanum í Vestmanna gevst eftir næsta kommuval. Tað er sjálvur borgarstjórin, sum ikki stillar uppaftur.
Gunn Joensen, borgarstjóri, sigur, at hon eftir 12 á í kommunalpolitikki hevur gjørt av ikki at stilla upp aftur til komandi kommunuval, sum verður í heyst.
Í Vestmanna tóku kvinnurnar valdið, so at siga, í nítiárunum, tá tær gjørdu sín egna lista og fingu mestsum einaræði í bygdarráðnum. Síðan hava tær stýrt bygdini við fyrst Mariu Hansen og síðan Gunn Joensen sum borgarstjórum.
Um tað er beinleiðis grundin til betraðu fíggjarsøtðuna í Vestmanna, vil Gunn Joensen ikki siga, men skuldin er minkað munandi hesi árini, síðan kvinnurnar tóku við, sigur hon.
Kortini eru mál, sum eru loyst hesi árini. Eisini slík, sum kosta pengar, sigur fráfarandi borgarstjórin.
Nýggja barnagarðin, sum varð reistur hendan dagin, er hon sera fegin um. Eisini er vatntrupulleikin hjá Vestmanna Kommunu loystur hesi árini, sigur hon. Vestmana hevur nú vatngoymslur til bygdina, so vatntrot skuldi ikki komið fyri aftur.
Tað var eitt paradoks, at bygdin við størstu vatngoymslum í landinum, tær hjá SEV, ikki hevði atgongd til nokk av drekkivatni. Men tað var alingin á vøtnunum, sum gjørdi tað sigur Gunn Joensen.
Í aðrar mátar er kommunan væl fyri, sigur hon. Vegir og bygningar hjá kommununi eru í góðum standi.










