Borgarstjórin í Gøtu fer frá

Borgarliga starvið sum skúlastjóri krevur sítt, og tí fer Páll Isholm á fundi í kvøld at leggaj frá sær sum borgarstjóri í Gøtu kommunu

Kommunur

Tað verður helst ein leirvíkingur, sum loysir ein havnarmann av sum borgarstjóri í Gøtu. Hetta tykist liggja í kortunum, nú innkallað er til bygdaráðsfund í Gøtu kommunu í kvøld.
Við seinasta kommunuval kom Páll Isholm inn í bygdaráðið sum nývaldur, og síðani nýggja bygdaráðið varð skipað, hevur hann røkt sessin sum borgarstjóri.

Hálv tíð ov lítið
Umframt starvið sum borgarstjóri, ið Páll hevur røkt hálva tíð, er hann eisini skúlastjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali. Tað er sjálvandi eitt starv, sum krevur nógva tíð, og hetta  saman við vaksandi arbeiðsbyrðuni í kommununi  er orsøkin til, at Páll nú velur at gevast sum borgarstjóri.
- Tað er trupult at fáa tíðina at røkka, tá eg samstundis skal røkja stjórastarvið á Kambsdali. Og ein komandi samanlegging og alsamt vaksandi arbeiðsbyrða hjá kommununum fara neyvan at lætta um í so máta. Tí verður eitt av uppskotunum á fundinum í kvøld, at borgarstjórastarvið verður normerað til fulla tíð. Og tá eg ikki sjálvur havi møguleika at røkja tann setningin, er betri at onkur annar tekur yvir, sigur Páll Isholm.

Leirvíkingur verður borgarstjóri
Páll vil ikki staðfesta, hvørt uppskotið um økta normering til borgarstjórastarvið verður samtykt. Og hann vil heldur ikki gera viðmerkingar til, hvat ið hendir, um uppskotið fellur.
Men tað skilst tó á tí, sum vit hava frætt, at hetta er at kalla formalia. Og somuleiðis tykist spurningurin um komandi borgarstjóran longu at vera avgreiddur.
Talan verður nevnliga um ein leirvíking, sum skal loysa havnarmannin av í borgarstjórasessinum. Hans Mourits Foldbo tykist nevnliga vera maðurin, sum skal leiða Gøtu í samanleggingini við Leirvík, og í so máta er talan kanska um upplagt val til sessin.
Og ein av fyrstu uppgávunum hjá nýggja borgarstjóranum verður eisini at stíla fyri vegleiðandi fólkaatkvøðuni, har gøtufólk skulu taka støðu til eina møguliga samanlegging við Leirvík. Tann fólkaatkvøðan er sett at verða 9. september, og eftir hetta verður helst endaliga greitt, hvørt talan verður um samanlegging við Leirvík.