Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, fegnast um, at Klaksvík skal hýsa North Atlantic Fish Fair í 2011. - Eg freistist at siga, at Fish Fair er komið heim. Eitt er í øllum førum púra vist, og tað er, at hon skal vera meira enn hjartaliga vælkomin. Klaksvík er ikki bara fiskivinnuliga tann rætti býurin fyri Fish Fair, men so sanniliga eisini søguliga, segði Gunvá við Keldu á tíðindafundinum í morgun.
North Atlantic Fish Fair verður í døgunum frá 5. til 7. apríl.