Borgarstjórin fekk heilsan frá børnunum

Í samband við at Heðin Mortensen hevur tikið við sum borgarstjóri í Havn, vitjar hann í hesum døgum allar stovnar í Tórshavnar kommunu

Heðin vitjaði í Býlingshúsinum inni á Gøtu týsdagin og mikudagin í seinastu viku. Í tí sambandi handaðu børnini honum eitt lítið kort. Á kortinum stóð: "Góði borgmeistari, gott nýggjár, og hjartaliga tillukku við tí nýggja arbeiðinum. Vit ynskja, at tú skalt passa væl uppá okkum, og ansa væl eftir øllum fólkunum í Havn. Vit ganga í skúlabólkinum, og tú var her uppi í gjár og vitjaði okkum, og tað var stuttligt at hava teg her.

Heilsan frá skúlabólkinum og hinum børnunum og starvsfólkinum í Býlingshúsinum inni á Gøtu."