Borgarstjórin fegnast um betraða miðbýin

(Ólavsøka - ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðuna Marin H. Eidesgaard hevði við Heðin Mortensen, borgarstjóra

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Marin H. Eidesgaard hevði við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

 

Trappan var gjørd á nýggju, tiltiknu trappuni í Vágsbotni, og hana stórfegnast Heðin Mortensen um. Heðin Mortensen fegnast eisini um nýggju, betraðu umstøðurnar hjá bussleiðini, og teimum, sum ferðast við bussi uppi í Steinatúni, og annars tað, sum fer at henda við økið kring Steinatún.

 

Heðin Mortensen greiddi eisini frá hvat hann gleðir seg til at gera á ólavsøku, og hann var eisini biðin um at lýsa ólavsøkuna við trimum orðum.

 

Marin H. Eidesgaard og Sasho Bjartsson senda ólavsøkuradio á Rás2. Í dag millum klokkan 12 og 14, og ólavsøkudag millum klokkan 13 og 15.