Heðin Mortensen, borgarstjóri, er positivur viðvíkjandi umsóknini um stórsligna byggiverkætlan á havnarlagnum í Havn - Hetta sær ógvuliga spennandi út, men enn hevur eingin politisk viðgerð verið av hesum málinum, og tí fái eg ikki úttala meg vegna býráðið, sigur Heðin Mortensen í viðmerking til verkætlanina, sum P/F Havnar Bryggja hevur lagt fram í Miðlahúsinum í dag.
Hann leggur tó afturat, at tað er sera torført at úttala seg konkret um hetta málið, tí at hann ikki kennir verkætlanina í smálutum. Hann leggur afturat, at kommunan byggir út í Kollafirði, og at tí verður møguliga pláss fyri øðrum virksemi í Tórshavnar Havn. Hetta merkir so, at bingjuhavnin ikki longur fer at vera í Havn, men skal flytast til Kollafjarðar.
Heðin Mortensen sigur víðari, at tað er umráðandi fyri býráðið, at Skansin og Tinganes verða varðveitt í sama líki, sum tey eru nú, og at kommunan framhaldandi hevur góð øki til vinnulív.
- Vit fara nú at viðgera hetta í býráðnum, har málið fyrst skal fyri í Havnanevndini og síðani í Byggi- og býarskipanarnevndini, og eg haldi, at vit skulu hava ein felagsfund, har allir býráðslimirnir verða kunnaðir, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur samstundis, at tað er ein stórur fyrimunur hjá kommununi, at verkætlanin ikki tyngir fíggjarlógina á nakran hátt, av tí at verkætlanin verður privat fíggjað.