TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Vilmund D. Jacobsen gjørdi beinleiðis á Rás2 í sendingini "Bátaradio", har Vilmund prátaði við borgarstjóran í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen.
Heðin Zachariasen er sera errin av tí væl fyriskipaða Regatta-tiltakinum í Hósvík, og hann nýtti høvið at bjóða fólki at verða vælkomin á Regatta.
Heðin Zachariasen og Vilmund D. Jacobsen umrøddu eisini støðuna í Sunda kommunu, menningarliga og fíggjarliga.
Nú sær borgarstjórin fram til mentanardagarnar, sum verða fyrst í september.